Latið okkum geva húsi Guds fullan stuðul
118
Latið okkum geva húsi Guds fullan stuðul
1. Guds heilaga hús í Ísrael fall,
men nú gongur út um jørðina kall:
Guds navni er fingið andaligt hús,
til tað skulu stevna fólkasløg fús!
Sum fyrr Nehemias eggjaði til,
fekst aftur á tempulstuðulin skil.
Tað dømið kann læra okkum at æra
Guds tempul við gávum, sum Harrin tað vil.
(Niðurlag)
2. At varða um hús sítt Gud setti træl,
ið trúlyntur ansar ognunum væl;
har liva nú børn Guds sameind og góð,
eitt húski sum Harrin signar við ró.
Fram bera tey takksom ’frumgróðrarlut’
sum fullgóða gávu, ’tíggjund’ til Gud,
ið vísti á vegin, har tey so fegin
í kærleikans lívd ganga ævirnar út.
(NIÐURLAG)
Vit geva stuðul til Guds hús
so hugagóð og virkisfús.
Í húski Guds tey fáa búgv,
ið alla tíð honum tæna trúgv.