Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Latið okkum tala ’reina málið’

Latið okkum tala ’reina málið’

78

Latið okkum tala ’reina málið’

(Zefanias 3:9)

1. Tað fólk, sum skal bera Guds navn her í verð,

má læra av nýggjum eitt mál;

eitt mál, ið kann sameina, eitt ið er reint

og gagnar tí einstøku sál.

2. At læra tað málið er gáva, sum Gud

fær fólki, ið læra vil nýtt

og villiga býta út øðrum ein part,

so einleikans bond verða knýtt.

3. Tað verður ein broyting, tí tankar og orð

sum heild mugu falla í lag

við atburð og lív, sum er verðsligum fjart;

Jehova má góðkenna tað.

4. Vit tæna Jehova nú øksl móti øksl

og arbeiða allir sum ein.

Guds ríki og Kristus vit kunngera trygt,

vit lærdu jú orðini rein.