Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Leikpallur heimsins broytist’

’Leikpallur heimsins broytist’

199

’Leikpallur heimsins broytist’

(1 Korintbræv 7:31)

1. Tey fremja ágang og herja.

Nú roynir verðin at skerja

alt frítt og gott, hvør kann verja?

Jú, Gud ið fremur sítt orð.

(Niðurlag)

2. Sum villir hundar ið skræða,

vil argur fíggindin ræða.

Men glað vit at honum læa,

tí hvør kann vika Guds orð?

(Niðurlag)

3. So royna óvinir lokka,

teg dygt í óføri smokka.

Lat hjartað tá vísa tokka

til Gud og hansara orð.

(Niðurlag)

4. Hin gamla verðin má dvína,

tí Kristus Satan skal týna.

Sum heimsins ljós skal tá skína

tað fólk, ið boðar Guds orð.

(NIÐURLAG)

Sum ein leikpallur broytist nú verðin,

er í Guds hondum øll ferðin,

stíga vit eydnurík spor.