Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ljósið veksur til alljósan dag

Ljósið veksur til alljósan dag

111

Ljósið veksur til alljósan dag

(Orðtøkini 4:18)

1. Gávu gav Gud, eitt ljós ið vónir birti.

Jehova ljósið styrkti

inntil ljósan dag.

Sannleikans ljós Jehova letur brenna,

tann veika vil hann menna,

hvønn, ið eymur bað.

Svikalig var Bábels læra,

hetta sást, tá glæman skara

mentist og brann,

á myrkrinum vann!

Ljósið kom fram, tá lýsti fyri degi.

Í rættferð nú vit ferðast, har Guds orð vísir veg,

Guds orð vísir veg.

2. Ljósið gav Gud, tað við og við fekk megi

ímóti klárum degi,

vónin styrktist tá.

Sítt egna fólk læt Gud í stigum fata

ta læru, sum kann bata,

sum ein trúgva má.

Skuldi mjørki lagst á vegin,

sólin reis, og tá vit fegin

rættaðu kós

við sannleikans ljós.

Tolin læt Gud Jehova ljósið vaksa;

hann vísti okkum lívsins gøtu skilligari,

ja, skilligari.

3. Bjart skínur ljós, tað leiðir út um bágar,

sum sól á himli logar

heilt til kláran dag.

Gud birti ljós at vísa fjaldar snarur

og køva falskar lærur,

tí vit ganga glað.

Gekk nú ivin á títt hjarta,

kámaðist tað ljósið bjarta?

Fylg stig um stig

Guds sannleika við!

Tendrað varð ljós, fylg hesi dýru glæmu.

Halt á, tí ljósið mennist. Hesa gávu gav Gud!

Ta gávu gav Gud!