Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Lova Jehova, allur skapningurin!

Lova Jehova, allur skapningurin!

5

Lova Jehova, allur skapningurin!

(Sálmur 148)

1. Lovið Jah, tit havsins streymar,

fjøll og alt ið nevnast kann!

Einglar himins, takið undir,

tit sum búgva nær við hann.

2. Sól og máni, stjørnur ferðast,

leiðin tykist hava lás.

Tigandi tey bera boð um

almakts hond, ið stýrir rás.

3. Upp frá jarðarkringi ljóðar

til Jehova vakurt ljóð,

fagnaður, sum ung og gomul,

menn og kvinnur, syngja fró.

4. Fylgið hoyrir hirðan kalla,

’aðrir seyðir’ koma við.

Fólk úr øllum heimsins londum

hjá Jehova fáa frið.