Lovið Gudi og Kongi okkara
148
Lovið Gudi og Kongi okkara
1. Guds fólk, syngið fagnaðarsong!
Ja, hálovið Gud vár og Kong!
Eitt kvæði um vísdóm og dygd
er navn Guds; har funnu vit trygd.
Hann letur upp hond sína vítt,
alt gott verður menniskjum býtt.
Í Ríkinum, vit hava valt,
har tæna vit Gudi loyalt.
2. Vit lovprísa dag eftir dag
Jehova, at hann fær í lag
á jørðini rættferð og skil;
hvønn tænara røkkur hann til!
Í parti við armingum fór
Jehova, tá neyðin var stór,
hann tók okkum øll í sín favn,
vælsignað er hansara navn!
3. Guds ríki er stovnað í dýrd,
og vitnini haðani stýrd
um jørðina bera tí prís
í lýdni, tí vónin er vís.
Ja, salvaður kongurin er;
hvør forðar nú Kristi á ferð?
Á fíggindar leggur hann hond,
Guds fullveldi hevjar um lond.