Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Loyalir tilbiðjarar vælsigna Jehova

Loyalir tilbiðjarar vælsigna Jehova

136

Loyalir tilbiðjarar vælsigna Jehova

(Sálmur 18:26)

1. Gud, vit vælsigna teg fyri tín góða veg.

Tú leiddi úr fortreð útvaldan bólk.

Gud, sum loyalur var, gav tí loyala svar.

Rættvísur gavst tú far, eygleiddi fólk!

2. Harri, tær sømir prís. Takksom, í hjørtum vís,

biðja vit: ’Vegin lýs! Gøtuna bein!’

Lær okkum búnast væl, vaksa í trúnni sæl,

koma við teg á tal sakleys og rein.

3. Ríkið, vit hava frætt, skjótt skipar lóg og rætt;

lat okkum fata lætt framtíðarsjón.

Harri, gev bønum ljóð. Brót fyri okkum slóð,

so at vit troystargóð varðveita vón.

4. Kærur tín vegur er okkum, sum her í verð

velja ta reinu ferð, æra títt navn.

Gev tú í sinnið frið, tá undir tíni lið

varsamt vit taka stig, Gud, í tín favn.