Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Loyalur stuðul til teokratiska skipan

Loyalur stuðul til teokratiska skipan

8

Loyalur stuðul til teokratiska skipan

(1 Korintbræv 14:33)

1. Vit, sum ganga vitni út um víðu verð,

siga frá Guds ríki, sum skal ráða her.

Sæst tað nú á okkum, so hvør maður veit,

teokratiskt stýrd er henda meinigheit?

(Niðurlag)

2. Satan er ímóti og hans ónda lið,

einki sakar okkum, Kongurin er við!

Hann skal skipa fyri, so vit standa sterk,

hvør á sínum staði inna avreksverk.

(Niðurlag)

3. Andi Guds nú leiðir hetta valalið,

við tí trúgva træli Jesus lýsir frið.

Virka vitni dúglig, hóvsom, nýta skil,

prís til Gud Jehova hetta skapa vil.

(NIÐURLAG)

Teokratiið

lýsir av friði,

er okkum varðhaldsborg.

Lívið vit njóta,

einki kann bróta

eindina og volda sorg.