Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Lyfti Guds um eitt paradís

Lyfti Guds um eitt paradís

4

Lyfti Guds um eitt paradís

(Lukas 23:43)

1. Á nýggju jørð Gud fyriskipar,

at turkast skal hvørt tár av kinn,

og loyst frá synd og deyðans pínu

vit ganga trygg við Kristi inn.

(Niðurlag)

2. Har kveiktist vón um lív og gleði,

tá mitt í deyðans beisku stund

av soni Guds varð lyfti givið

at ugga ránsmans døpru lund.

(Niðurlag)

3. Vit eiga vón um milliardir,

sum stíga fram til lív og gleim,

úr deyða loyst tey munnu læra,

øll jørðin er eitt felags heim.

(Niðurlag)

4. Nú hevur Gud við Kristi lovað

eitt paradís og sannan frið.

Til heiður tín í allar ævir

vit bøna, Gud, at sleppa við.

(NIÐURLAG)

Ja, Jesu orð vit líta á,

hann sigur paradísi frá.

Tá ríki Guds fær ræði her,

í hondum Krists øll jørðin er.