Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Møtist í semju

Møtist í semju

65

Møtist í semju

(Sálmur 133)

1. So fjálgt og gott tað kennist, tá øll í einigheit

við kærleiks anda møtast í somu meinigheit.

Jehova Gud vælsignar, hann tann ríka friðin gav,

sum svalir eins og Hermons døgg, ið Zion grønkast av.

2. Sum brøður vit tá møtast í áliti og trúgv

og játta, at gudsorðið í hjartanum tók búgv.

Við fyrireiking verður alt í sinnið betur fest,

tá hjálpa vit hvør øðrum til at vitna allarbest.

3. Jehova Gud er sannur, og vónin vissu fær,

tí orðið altíð váttar, at tað, Gud segði, varð!

So latið okkum samlast her og ikki leita vekk,

men ansa eftir tíðini, ið skundisliga gekk.