Paradísið – nú og í framtíðini
220
Paradísið – nú og í framtíðini
1. Góði Jehova Gud, vit takka fyri andans Paradís.
Tað er við lesnaði og møtum, øll ið leita, verða vís.
Á, lær okkum, Faðir, at elska teg so,
vit tæna tær trúføst og halda títt boð.
Øllum er álagt fram um annað, Faðir vár, at elska teg,
síðani næstan taka at sær, elska eins og sjálvan seg.
2. Nú hevur Kristus fingið valdið; rættvís stjórn er sett á stovn.
Við tína høgru hond hann ræður, tí vit eiga ljósa vón.
Vit takka, Jehova, tú alvísi Gud,
ið skipaði fyri, gav okkum tann lut
í tínum Ríki tær at tæna, læra fólk at kenna teg,
heilaga navn títt altíð æra, støðugt fylgja tínum veg.
3. Skjótt skal í Harmageddon prógvast, tú, Jehova Gud, er ein!
Avgrundin køvir Satans virki, eftir stendur jørðin rein.
Ja, høvdingar verða nú reistir úr mold
og tæna í Ríkinum víða um fold.
Tá er til fulnar mannaættin endurreist í Paradís.
Kongur og prestur framdi Kristus, Faðir, hetta tær til prís.