Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Prísið Jehova, Gudi okkara!

Prísið Jehova, Gudi okkara!

100

Prísið Jehova, Gudi okkara!

(Jeremias 33:11)

1. Syngið prís til Jehova Gud! Øllum veldi hans sigið frá!

Komið fró! Heiðrið Skaparan, bæði jørð og himmal eigur hann.

Tað fjalda og alt, menniskjað sær, er so stórbært og vitigt gjørt.

Sín kærleika og mátt vigar Gud javnt við vísdóm og veldi stórt.

Syngið prís til Jehova Gud! Øllum veldi hans sigið frá!

2. Syngið prís til Jehova Gud! Stóru góðsku hans sigið frá!

Syngið hart! Byrjið lovsongin! Gud í góðsku síni vekur sinn.

Í stríðnum bivar fíggindi Guds, tá tey eyðmjúku verða spard.

Tey kenna Gud og líta á hann móti iva og ótta vard.

Syngið prís til Jehova Gud! Stóru góðsku hans sigið frá!

3. Syngið prís til Jehova Gud! Boðið ríki hans! Sigið frá!

Syngið prís! Boðið virðilig, so øll jørðin prísar Gudi við.

Tí Kristus stýrir Ríkinum nú, alla æru Jehova fær.

Við fagnarkvøðu játtar eitt kór, at tað konginum trúskap svór.

Syngið prís til Jehova Gud! Boðið ríki hans! Sigið frá!