Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sáið sáð Ríkisins

Sáið sáð Ríkisins

133

Sáið sáð Ríkisins

(Matteus 13:4-8, 19-23)

1. Nú, trælir hins Hægsta: Til verka við skund!

Tit svóru at lýða hans orð

og fingu tí arbeiði, framíhjárætt,

at fylgja í meistarans spor.

Gudsorðið er sáðið, ið oysast skal út;

og moldina umgangist væl!

Tit prísa Jehova, um akurin tit

íðin dyrka, og alt roynist væl.

2. Eitt sindur av sáði man detta framvið,

sum ’rovfuglar’ sanka til hús;

og okkurt má følna, av mótstøðu kvalt,

slongt út millum steinar og grús.

Ein spíra kann doyggja, av tornunum køvd,

um rótin er illani fest;

tó nakað ber ávøkst í góðari jørð,

um tað sátt varð til ivaleyst heyst.

3. Um veltan skal búnast, tit avgera sjálv,

tí ofta má stríðast við lít.

At lúka alt ókrút og ’rovfuglar’ burt

ta neyðugu løtuna nýt.

Ver vakin og tolin, halt ágrýtin á,

at spíran fær festi í mold.

So kunnu til heystar tit lønina fá,

bæði hundrað og tretivu fold.