Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Sæl eru hini spakføru“

„Sæl eru hini spakføru“

36

„Sæl eru hini spakføru“

(Matteus 5:5)

1. Vælsignaður er tolin maður,

hin mildi eigur trygga vón;

hann ilskast ikki, bíðar Gudi,

tí Gud skal sjálvur halda dóm.

Tey øsa ikki hann til stríð,

tey óndu, sum enn leika í.

Hann veit, tey følna skjótt sum grasið;

tey liva bara stutta tíð.

2. ’Eg var í ungdóms frísku megi,

nú eru komin elliár,

tó rættsintan eg sá ei gloymdan,

ei børn hans ganga svong og sár.’

Lít tú sum Dávid fast á Gud,

gakk virðiliga lívsins veg,

tí tá tú fegin tænir Gudi,

hann ríkliga skal signa teg.

3. Skjótt munnu øll tey óndu hvørva,

tey finnast ikki, eru vekk!

Og jørðina við friðarsælu

eitt eyðmjúkt fólk at arva fekk.

Men inntil tá vit halda á,

vit temja gerningar og orð,

so vit av Gudi verða góðkend,

tá henda verðin fer í sor.