Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Síggið herlið Jehova!

Síggið herlið Jehova!

166

Síggið herlið Jehova!

(Jóel 2:7)

1. Loyst úr Bábels leinkjum herlið Guds á rað

streyma út at boða Jesu stjórnarlag.

Sjálvkravt gongur liðið; tekin er um mót

yvirbragdið kaldligt, ennið hart sum grót.

Kristus slóðar fyri, leiðir fram sín her,

støðugt gellir rópið: ’Gud við ræði er!’

2. Tænarar Jehova leita fram til „seyð“,

sum hjá Bábels ’hirðum’ bundin líður neyð.

Oftani tey vitja, læra frá sær væl,

bjóða síðan øllum við í ríkissal.

Er ein ’seyður’ funnin, má hann læra alt;

bæði nýtt og gamalt verður tá fortalt.

3. Síggið „stóran skara“, Kristus leiðir inn

til ta lítlu ’leivd’; tann gongan roynist stinn!

Ósek eins og dúgvan, tó sum slangan snild

liva hesi fólk nú Gudi eftir vild.

Hugagóð tey æra Harra sín og Kong,

prísa honum reinlynt, syngja heiðurssong.