Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Søkið fyrst Guds ríki

Søkið fyrst Guds ríki

172

Søkið fyrst Guds ríki

(Matteus 6:33)

1. Størsta fragd Jehova Guds, hans yndi fremst av øllum var

Himmiríki Krists, ið skjótt skal skipa rættin víða hvar.

Fornar trúarhetjur sóu tað við trúgv og fingu vón;

Jesus, aðalvitnið, vísir okkum somu føgru sjón.

(Niðurlag)

2. Okkum bjóðað er at arbeiða á alrahægsta stað.

Hann er ríkur Gud, ið býður; tæn við reinum hjartalag.

Hví so stúra fyri degnum, um vit verða svong og tyst?

’Alt skal gevast tykkum umframt, tá tit søkja Ríkið fyrst!’

(Niðurlag)

3. Skjótt er henda verðin farin, tó ein nýggj úr øsku rís,

har hvør maður prísar Gudi; jørðin verður Paradís!

Berið boðini, ið geva kunnu blindum bjarta sjón,

so tey skilja, bara Guds teokrati er heimsins vón.

(NIÐURLAG)

Søkið altíð fyrst Guds ríki.

Gangið støðugt Gudi við,

av hans leiðum aldri víkið,

fremjið rætt og reinan sið.