Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sannleikin sum fríar

Sannleikin sum fríar

121

Sannleikin sum fríar

(Jóhannes 8:32)

1. Við anda sínum lóggav Gud, profetum var hann hjá.

Hann fyriskipar stað og tíð og fremur alt sítt ráð.

Tá Kristus kom við vón um lív, ja, lív í yvirflóð,

hann fríaði í sannleika; frá Gudi gáva góð!

2. Ja, vegurin og sannleikin bleiv sonurin, sum gav

sítt lív og blóð, so syndaskuld varð strikað burturav.

Tí Faðirin í rættvísi alt ónt vil rudda vekk,

og prógvið um Guds kærleika við Kristi verðin fekk.

3. Guds onkasonur Orðið varð, ið tolkar Faðir sín.

Hann loysti syndabundin frí, bað: „Verði vilji tín!“

Sín Faðirs navn hann metti dýrt, ’hin reini’ sigur vann!

Sum Melkisedek, kongaprest, í dýrd vit síggja hann.

4. Nú trúgv er fest á sannleikan um sonin, Jesus Krist,

og frígjørd, full av lívsins vón, vit boða tað við lyst.

Lat Friðarríkið merkja alt í lívinum hjá tær,

so bæði orð og gerðir vitna: Ríki Guds er nær!