„Savnið tykkum skattir í Himli“
67
„Savnið tykkum skattir í Himli“
1. Eingin kærleiki ov mikil, eingin tænasta ov stór
til at takka Gudi fyri, alt hann gav, sum dagur fór.
Faðir ljósanna í góðsku gevur lív og gávur fleir,
mat og klæðir, jørð og sáðkorn, sól og regn, hvat tørvar meir?
2. Tað er tápuligt at ansa fremst av øllum sjálvum sær,
leita ríkidømi saman; ei frá tí ein lívið fær.
Ver tí nøgdur við tað lítla, sum til dagin neyðugt er,
tráa eftir tí, sum varir: lívi í tí nýggju verð!
3. Brúka ognir, tíð og kreftir, har sum fólkið er í neyð,
ugga tey við gleðiboðum, bjóða svongum lívsins breyð.
Gud og Kristus fá til vinir, gávumildur gev sum teir.
Savna dýran grip í himli, og tær nýtist aldri meir.