Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Signing Jehova ger ríkan

Signing Jehova ger ríkan

9

Signing Jehova ger ríkan

(Orðtøkini 10:22)

1. Harrin Jehova vælsignar so mong,

gávmildur svarar hann bøn;

eingin er pína at skerja tann fong,

tænari Guds fær í løn.

2. Um henda verðin í mótstøðu vreið

lýsir øll vitnini vekk,

vikna vit ikki; á vardari leið

altíð Guds tænari gekk.

3. Tá vit so siga frá Skaparans akt:

’Paradís lítið ímót!’

Gud vil vælsigna tað orð, ið er sagt,

so tað í hjørtum fær rót.

4. Ger tað, tú orkar, og útinn tað rætt,

skilagott nýt hvørja stund,

tá fruktar arbeiðið, stríð verður lætt,

lívgar so hjarta og lund.