Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Stóru og undurfullu verk Guds

Stóru og undurfullu verk Guds

84

Stóru og undurfullu verk Guds

(Opinberingin 15:3)

1. Harrin Jehova stórur er,

og undurbart um veldismátt

tigandi boð hvør stjørna ber

á høgum himli nátt um nátt.

2. Rættvís og sonn er øll tín leið,

so eyðkend millum fólkanna.

Kærleikans Gud, tú svíkur ei,

við lov og tøkk vit ásanna.

3. Hvør skuldi ikki óttast teg

og virt av sonnum heiti títt?

Sannleikans Gud, ið vísir veg,

hjá tær er trygd og lívið frítt.

4. Rættvísur dømir tú, á Gud,

tað sanna vit, ið hóma teg.

Komið, tit tjóðir, takið lut

og heiðrið Gud á lívsins veg!