Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Syngið og leikið fyri Jehova!

Syngið og leikið fyri Jehova!

197

Syngið og leikið fyri Jehova!

(Sálmur 47:7)

1. Vit leika fagurt, syngja hátt! Prís fái Gud Jehova,

at jørðin fekk sín fræga drott, rættferðarkong sum lovað.

Í hendur klappa vit so fró, leypa sum loyst úr tjóðri!

Við fagnaði skal mannarødd ljóða í miklum kóri.

Jehova krýndi Harran Krist, gav honum tign og vald.

Tann stjórnarætlan verður nú tjóðum á jørð fortald.

2. Nú herja trongdartíðir lond, menniskjaættin stúrir;

ein vetrarkuldi køvir alt, nívandi ræðsla lúrir.

Men túsundáraríki Krists birtir í barmi vónir.

Í Paradísins sælu verð sannast profeta sjónir.

So liva vit í longsli her, søkja Guds rættferð fyrst,

at „nýtt fær foldin yvirbragd“, vita vit fyri vist.

3. Jehova innir avreksverk, verðin við undran sannar,

tá vit sum vitni standa stinn, um hon alt virki bannar.

Tí Gud er jarðar Kongur nú, verða vit øll vælsignað.

Við lovsongsløgum ljómandi skulu vit Kongin tigna.

So góðu brøður, stillið nú leikandi ljóðfør mong,

at tónleikur og lovsongur røkka til dýrdar Kong.