Syngið sang Ríkisins við okkum!
181
Syngið sang Ríkisins við okkum!
1. Vit kenna sang, ið prísar frelsu Harrans,
hann hevjar hátt hin Alvalda sum Kong.
Hvørt orð ber boð um vón til trúgvar tegnar.
Tak undir, syng við okkum gleðisong:
’Øll jørðin, syng Jehova prís!
Tú høga loft, á Kongin lýs!’
Til nýggjan sang, ið fagnar kongin Kristus,
úr øllum ættum stevna saman mong.
2. Við nýggjum sangi boða vit nú Ríkið
og kongin Krist, ið hevur fingið vald.
Sum frásagt tænir honum „tjóð“ á foldum,
eitt heilagt fólk við lívsins boðum ald.
’Alt mannahold, til kníggja níg!
Ber boð um Kong í bygd og bý!
Lær nýggjan sang um Ríkið, sum er stovnað,
tá verða vit í Harrans fylgi tald.’
3. Øll eyðmjúk fólk tann sangin kunnu læra,
hann fellur væl og sigur skilligt frá.
Av mongum vørrum borin út um heimin
tann nýggi sangur gevur hyggin ráð:
’Kom, tilbið Gud! Ber honum prís,
ið vekur deyð, ger einføld vís!’
Tak undir, syng við okkum Gudi heiður.
Tann nýggja sangin vil hann lýða á.