Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tæn Jehova í ungdómi tínum

Tæn Jehova í ungdómi tínum

157

Tæn Jehova í ungdómi tínum

(Prædikarin 12:1)

1. Fólkini fagnaðu Jesus sum kong,

smábørn og bróstabørn við vóru mong.

Eisini barnanna óspilta mál

prísa kann Gudi av hjarta og sál.

2. Faðir og móðir, sum trúgva á Gud,

eiga ta ábyrgd, tann gudgivna lut,

børnini læra og uppala væl.

Aktið tey, børn, so tit øll verða sæl.

3. Ein, sum er óroyndur, velur ein dag,

um hann við verðini fer upp í lag.

Gakk við Jehova, har gøtan er rein,

ivasamt ’vinarráð’ kann gera mein.

4. Unglingi fríski, tak til tín tey ráð,

Skaparin gav tær, og gudsfriður tá

uggar og ber teg á tryggari leið

Gudi til gleði; hann svíkur teg ei.