Tíni loyalu signa teg
223
Tíni loyalu signa teg
1. Títt verk, Jehova, prísar tær og tíni skaparhond.
Loyalu tíni signa teg við tøkk um høv og lond.
Títt veldi, stóri Gud, fevnir økini so víð
at munni vantar orð; ei hugsan skilur stað og tíð.
Nú stendur fólk títt búgvið her, loyal tey bera út
til heimsins tjóðir gleðiboð um navn og heiti títt.
2. Ein útvald ætt, ein heiløg tjóð, nú kunnar fólk um teg,
tey eru vitni trúgv og sonn, sum fylgja tínum veg.
Eitt trúfast trælalið gevur Harrans húski breyð,
við ’hinum seyðum’ Krists í einum fylgi ganga tey.
Loyalt vit virða navn títt, Gud, tín máttur víða røkk.
Vit syngja lovsong um títt verk, Jehova, prís og tøkk!
3. Við Jesusi ein kærleika so stóran sýndi tú,
at hann, ið vrakar slíkan grip, sær velur deyðan nú.
Tú ilskast ikki lætt, tú ert tolin Gud, ið sær.
Um onkrum tørvar hjálp, so ert tú hjá og styðjar har.
Tín hond er rík av gávum, Gud, og vit so hjartans glað.
Loyalu tíni signa teg tann líðilanga dag!