Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tøkk til Hann, ið gav lív

Tøkk til Hann, ið gav lív

167

Tøkk til Hann, ið gav lív

(Sálmur 36:10)

1. Takk Gud Jehova, tú birti lívið,

einki frá okkum tørvar tær sum løn.

Eittans vit kunnu: soninum fylgja,

tæna og prísa tær við takkarbøn.

2. Ævinnar Kongur, heimin tú skapti,

klótur í hópum lýða tíni rødd.

Sælari vit enn lívleysa hválvið

víga tær alt; til tað vit vórðu fødd.

3. Ríkið er stovnað. Kristus er kongur.

Frelsarin gjørdi okkum sátt við teg.

Støðugt er bønin: Gev okkum vísdóm,

lat okkum æra teg á røttum veg.

4. Tær, sum gav lívið, takksom vit tæna,

vitna um alt, ið kom frá tíni hond.

Verði tín halgi andi hjá okkum,

sterk tá vit virka, Faðir, tær í nánd.