Túsundáraríki Guds
60
Túsundáraríki Guds
1. Gud sigur frá, hans aðalborni sonur
skal skapa frið á fold og bøta synda sár.
Tólv túsund ferðir tólv sum kongaprestar
við Kristi skulu manna stjórn í túsund ár.
2. Hetta er stjórn, sum væl er før at hjálpa
teim ófullkomnu menniskjum á hesi jørð.
Fólk verða loyst úr syndabandi svára,
tá ekkóa av fagnaði øll fjøll og skørð.
3. Eitt túsund ár skal Kristus vera kongur,
og trúareygað sær tað fagra paradís.
Deyð rísa upp, tey síggja Gud í veldi.
Nú verður dómur feldur rætt, og løn er vís!
4. Gevið tí ans, at hondin ikki dovnar!
Skjótt síggja vit, at vunnið er á synd og neyð.
Eggjandi treyst skal kallið aftur ljóða:
’Vend um og tilbið himna Gud, júst sum hann beyð!’