’Tað vil eg’
156
’Tað vil eg’
1. Tá ið biðið bønandi varð,
kom til jarðar undurfult svar.
Sonur Guds sjálvur tá
greiddi orðinum frá,
hann hjá mótleysum uggari var.
Ja, hann grøddi árin av synd
og læt eygu upp fyri blind.
Bað ein veikur og sjúkligur: ’Grøð meg!’
var av kærleika svar: ’Tað vil eg!’
2. Gud Jehova vildi so væl,
læt ein ’klókan, trúfastan træl’,
ið skal útvega ráð,
sum Guds fólk fylgja má;
tað skal hjálpa, so mong blíva sæl.
Fyri faðirleys verið góð,
uggið tann, ið einsamur stóð.
Rópar neyðstaddur bønliga: ’Hoyr meg!’
svarar tú: ’Gaman í, tað vil eg’?
3. Elskar tú av hjartanum Gud,
tekur tú sum boðberi lut,
leitar, hóast bert fá
vilja hoyra góð ráð,
so vil Gud stilla sorgir og sút.
Stóra løn tú fært fyri stríð,
um tú brúkar ognir og tíð,
so at ein finnur sannleikans lívsveg,
bert tí tú segði: ’Ja, tað vil eg!’