’Takið tykkum av hinum veiku’
116
’Takið tykkum av hinum veiku’
1. Vesalig, sum dust á vekt, eru øll á fold,
men Gud elskar tað, sum hann evnaði úr mold.
Hann vísti miskunn tá,
syndin sum byrði lá.
Ver sum Gud, ið gevur sær far um veikligt hold!
2. Lítilsvirdur mangan var veikur her í verð,
lat hann kenna kærleikan, sum av øllum ber.
Rætt honum bróðurhond,
knýt við hann vinarbond.
Stimbra tú hin veika, sum í Guds fylgi er.
3. ’Hvør var veikur, uttan at eg var veikur við?’
Paulus dugdi samhuga, sannan kristnan sið,
vísti til Krist, at hann
tók á seg syndabann
fyri teg og bróðurin, sum er tær við lið.
4. Fekst tú kraft frá Harranum, veri hon til gagn!
Styrk tín næsta, sum í neyð líður sváran sakn.
Vit eru øll Guds verk,
mugu tí standa sterk.
Tann, ið hjálpir veikum, fær sjálvur sálarmagn.