Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Takið væl ímóti Kongi dýrdarinnar!

Takið væl ímóti Kongi dýrdarinnar!

176

Takið væl ímóti Kongi dýrdarinnar!

(Sálmur 24:7)

1. Til stórfingna móttøku stundin er komin,

hin Alvaldi kemur at kanna sín eyð.

Við herrópi setir hann tjóðunum stevnu,

leiðir son sín fram at skoða

hvørja jarðar lægd, hvønn heyg.

So ’hevjið upp høvur, tit avgomlu portur’,

nú Kongurin mikil í dýrd trínur inn!

Í himlinum verður alt herliðið mynstrað,

sum Kristus skal føra til stórsigurin.

Hann skipar í túsund ár rættin á foldum

og letur Gudi Ríkið, ið eigur heiðurin.

2. Jehova, hin Veldigi, alheimsins Harri

sítt æviga kongsveldi setti á stovn.

Við fagnaði ganga vit honum á møti,

vísa dýrdarinnar Kongi,

at vit verja trúgv og vón.

So reisist, tit portur, ið boðini frætta,

vit savnast til gleði og fagnaðarsong:

’Jehova er veldigur, sterkur í stríðnum,’

hann leikandi lætt tekur ríki sum fong,

men signar teir tegnar, ið vunnu hans tokka.

Ja, stundin er nú komin at fagna dýrdar Kong.