Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tey ið eru vígd Jehova

Tey ið eru vígd Jehova

196

Tey ið eru vígd Jehova

(Jóhannes 10:16)

1. Gudi vígd í orð og gerð

er ein tjóð í hesi verð.

Fólkið livir við Guds lóg,

Harrans ’seyð’ tað lyndið dró.

2. ’Stórur skari’ kennir har,

góði hirðin er so nær.

Ljósar vónir fáa tey,

vígd og doypt, sum Kristus beyð.

3. Seyðagongan vitnar djørv,

nøktar andans trá og tørv

lívgandi sum døgg á strá,

eins og hirðin gevur ráð.

4. ’Lítla fylgið’ fegið sær,

’aðrir seyðir’ koma nær;

sum tey einig fylgja Krist,

gleðist Gud Jehova fyrst.