Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tey skulu sanna

Tey skulu sanna

112

Tey skulu sanna

(Ezekiel 35:15)

1. Leingi tók fíggindin til svikabrøgd,

templið varð dálkað, trúgvin burtursøgd;

tá kom við Kristi lýsing fyri stavn,

hann herjar á, til halgað er títt navn.

(Niðurlag)

2. Fullveldi títt, sum Satan fýltist á,

hávirt í tign og dýrd skal standa tá,

bardagi tín í Harmageddon ger

enda á Satan og tí óndu verð.

(Niðurlag)

3. Makttráir tóku burtur allan frið,

sýttu teim eyðmjúku at finna grið.

Harri, tú brýtur trælaokið skjótt,

tá verða gudloysingar týndir brátt.

(NIÐURLAG)

Tey skulu sanna, tú ert Gud Jehova,

sanna, tú skipar rætt og stýrir væl.

Alt, ið tú skapti, kennir tá til fulnar,

tú alla ætlan tína fremja skal!