Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tey ungu í Guds samskipan

Tey ungu í Guds samskipan

183

Tey ungu í Guds samskipan

(Sálmur 148:12, 13)

1. Í Guds húsi rúmast bæði ung og gomul,

øll, ið geva dýra navni Harrans ans.

Fjølment vitna ung í dag, ein hópur ferðast,

kunnar fólk um Skaparan og veldi hans.

Munagóð kann virka tala teirra ungu,

um tey hugagóð seg fyrireika væl.

Teirra ídni frøir gamlan, slitnan bróður

og Jehova Gud, sum øll kann gera sæl.

2. Tann, ið ungur kom at kenna Gud Jehova,

veit um ljósa framtíð, ein kann velja frítt.

Liva ævigt, kunna gleðast um sítt yrki,

síggja Paradís, har alt er blivið nýtt.

Tó vit liva enn í hesum ónda heimi,

mugu stríða hart um enn eitt lítið bil.

Trokar verðin, stríð so tú hitt ’góða stríðið’,

vís, tú Himmiríkið altíð velja vil!

3. Hjá Jehova vitnum fært tú góðar vinir,

hví so leita út í henda spilta heim?

Ert tú ungur, far í holt við tað, sum gagnar,

lat Jehova geva ráð og fylg so teim.

Fært tú mótburð, bið so brøður tínar hjálpa,

sig frá øllum tí, sum kúga vil títt sinn.

Minst til vinin, tann, ið altíð er tær hollur;

Gud, sum skilur alt, kann turka tár av kinn.

4. Hjá teim kristnu verður samkoman eitt húski,

hann, ið stendur fyri, traðkar okkum slóð.

Vit í øllum fylgja Kristus, hann er høvur;

hvørt eitt orð og boð frá honum, tað er lóg.

Heimsins andi sleppur ei at køva orðið,

sum frá Gudi kom og gjørdi okkum frí.

Latið okkum trúføst, ung og gomul saman,

verja vón og prísa Gudi alla tíð.