Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tit ungu! Takið eftir teimum í trúgv

Tit ungu! Takið eftir teimum í trúgv

221

Tit ungu! Takið eftir teimum í trúgv

(Hebrearabrævið 6:12)

1. At Hanna gav lyfti, í huganum trong,

varð váttað, hon leiddi til templið sín drong.

Í Silo hann bleiv nasireari tá,

profetur Jehova; so vóru Guds ráð.

Um prestarnir vóru av ringasta slag

og Sámuel ungur, so skilti hann tað,

Jehova hann skyldaði loyalitet,

tí veik frá Guds boðum hann ikki eitt fet.

2. Timoteus kendi alt barnsbeini frá

tær heilagu skriftirnar, dygdargott sáð

í hjartað varð rótfest og búnaðist har;

ein ávøkstur andans eyðsýnligur var.

Í Lystra tann unglingi umdømi fekk

sum trúfastur, sannur, ið hvar hann so gekk;

so kom hann í læru, bleiv trúboði har,

fekk ábyrgd, stóð Paulusar hjarta so nær.

3. Vit minnast, úr Ísrael genta varð rænd,

eitt skilagott vitni, til Sýria land.

Hjá fíggindum fekk hon tá trælkonu lut,

tó trúgv hana menti og álit á Gud.

Hon ráddi Na’aman at leita ein mann.

’Í navni Jehova hann grøða teg kann!’

Na’aman seg boygdi, Elisa fekk rætt

og gentan, ið vitnaði trúlynt og satt.

4. Tú unglingi, tæn tú Jehova í dag,

nem læru av hesum og hugsa um tað,

at verðin er komin at endanum nær,

Jehova nú velur út fólkið hjá sær.

Øll ung og øll gomul, ið hávirða frið,

nú fara til Harra sín stig fyri stig.

Kom við í tað fylgið, sum ávarar fólk,

tú kanst ikki koma í tryggari bólk.