Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Uppreisnin – kærleiksverk Guds

Uppreisnin – kærleiksverk Guds

185

Uppreisnin – kærleiksverk Guds

(Jóhannes 11:25)

1. Av miskunn vekur Gud til lívið tey, sum deyðin tók,

tí Jesu offur tryggjar fólki rúmd í ’lívsins bók’.

Eitt ’lítið fylgi’ ráða skal í túsund ár við Krist,

tey fáa lív í himlinum og verða uppreist fyrst.

2. Á jørðini stórt ’skýggj av vitnum’, sigur orðið greitt,

fær uppreisn til eitt betri lív, sum Jesus hevur veitt.

Tann ugga hava ’aðrir seyðir’, um teir doyggja nú,

at Harrans rødd skjótt kallar tey til lív, ið hava trúð.

3. Gud tømir deyðaríkið alt, tí Jesus deyðan vann,

sjálvt ránsmaður í evstu stund til Paradísið fann.

Um túsund ár skal síðsta royndin skilligt vísa á,

at tey, sum Gudi eru trúgv, tað sanna lívið fá.

4. So, ’lítla leivd’, halt á í trúgv og leita ’annan seyð’.

Í felag sigið frá, at Jesus kallar fram øll deyð.

Gakk somu leið, Guds sonur gekk, nú tíðin er í nánd,

tá løn er tøk, og virkisleys er deyðans kalda hond.