Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vís øðrum miskunn

Vís øðrum miskunn

215

Vís øðrum miskunn

(Lukas 6:36)

1. Tá ið Gud gjørdi kunnigt, at jørðin

skuldi reinsast við miklari flóð,

beyð hann Nóa at boða frá hesum

og at smíða sær ørk, ið var góð.

Segði Nóa nú: ’Hatta er torført!’

tí sum smiður hann óroyndur var?

Nei, hann sannaði skjótt, at av miskunn

vildi Gud, at hann vitnisburð bar.

2. Henda heimsskipan, nú er, er vrakað;

tó vil Gud siga menniskjum frá,

so at hvør tann, ið hesum vil ansa,

undan vanlukku leitar sær ráð.

Sigur tú: ’Nei, tí mær fattast gávur

til at prædika, tala við fólk’?

Minst til Gud, sum í miskunn og náði

sendir andan til hjálpar sum tolk.

3. Har sum miskunn og sannleiki møtast,

meðan andin frá Gudi er hjá,

kanst tú hóma ta lívsælu gleði,

sum í Ríkinum øll skulu fá.

Ver tí góður við øll, bið tey koma,

sýn teim miskunn, sum Gud sýndi tær.

Bið tey víga sítt lív til Jehova,

tæna Gudi, nú Ríkið er nær.