Varða hjartað
132
Varða hjartað
1. Gudsbarnið, varða hjartað væl, tí lívið krevur skil.
Gev gætur eftir ráðum Guds og lær at minnast til:
í huganum fær tankin flog, hann drívur hvørja gerð.
Við góðum, vísum hugsanum er vandaleys tín ferð.
2. Bið inniliga Gud um hjálp at varða hjartað rætt.
Hann hoyrir hvørja bøn frá tær, kann linna tregan lætt.
Les gjølliga Guds orð og fá í sinnið nýggjan mátt,
tá kanst tú styrkja brøðurnar á sannan kristnan hátt.
3. Tá mongd av djúpum vísdómsráðum fyllir sinni títt,
er hjartað heilt í reinleika og ikki sundurbýtt.
Fær hetta rót í huganum, tú nemur kristnan frið.
Er hjartað heilnæmt, er tað vart, tá fylgir lívið við.