Verið føst, óvikilig!
10
Verið føst, óvikilig!
1. Tíðin er stutt, og vit skunda tí á.
Nógv er at gera, so loyp ikki frá.
Trúgva vit, røkja vit ørindi væl.
Gud gevur løn til sín træl.
(Niðurlag)
2. Í hesum heimi fær Satan í lag
royna og freista hvønn einasta dag.
Halt teg óvikandi Gud tínum nær,
verju tú finnur bert har.
(Niðurlag)
3. Liva vit gudrøkin, síggja vit tað,
ikki til einkis Guds tænari bað.
Vit fáa løn frá Jehova, sum er
Kletturin, trygg okkum ger.
(NIÐURLAG)
Verðin er slýggjut og hál,
standið tí stinn eins og stál,
øll av sannleika vard, so koma vit á mál!