Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Verið glað í vónini“

„Verið glað í vónini“

206

„Verið glað í vónini“

(Rómbrævið 12:12)

1. Ein tøkk til Gud ið, góður er,

hann birti vón í hesi verð.

Tann vón er bjørt, á vegnum lykt,

eitt sálarinnar akker trygt.

Sum hjálmur verjir vónin sinn,

so vit mót Satan standa stinn.

Til henda heim vit siga nei

og velja lívsins tryggu leið.

2. Av vónum rík er framtíð góð,

brátt syngja vit eitt fagnarljóð,

tá fyribeind er grøv og synd,

og Gud uppletur deyðans grind.

Ei meira nívir sorg og sút,

Gud strikar alla misgerð út.

Hans signing fjálgar tá hvønn stað,

øll jørðin prísar Gudi glað.

3. Skal vónin vera bjørt og ljós,

má hjartað velja røttu kós;

vit granska orðið dag um dag,

og biðja Gud vælsigna tað.

Gev glaður øðrum burtur av

tí somu vón, sum Gud tær gav,

so ein og hvør, ið søkir Gud,

í lívsins sælu vón fær lut.