Verið glað dag um dag!
19
Verið glað dag um dag!
1. Verið glað dag um dag! Syngið fró til tónaspæl.
Lýða vit boðum Guds, verða vit av friði sæl.
Tú skalt einki missa, her er full vissa,
tí saknar tú, Gud Faðir geva skal.
Hann er hjá, veitir ráð, so vit liva trygg og glað,
eiga trúgv, hava vón, fáa saman alt í lag.
Aldri trúgvin vikast, ei vónin strikast,
um hjartað goymir sannleikan nóg væl.
2. ’Sannleiksorð fría fólk,’ talar røddin eym og blíð.
Tað er hirðin, ið kallar tey ’lomb’, hann loysti frí!
Hann vil fylgið læra Guds navn at æra,
og hesum liggur vón um lívið í.
Ríkið er sett á stovn, Kristus hevur ræði har.
Fólkum hans gagnast væl maturin, sum trælur bar.
Nú er rokað borðið av sannleiksorði,
og øllum bjóðað er at fáa sær.
3. Komið við, sigið frá: ’Gud tær sendir boð um nýtt!’
Gleði stór fyllir tá hann, ið opnar hjarta sítt.
So til verka saman, nú fús við gaman,
tí arbeiðið er bæði títt og mítt!
Út um jørð, dag um dag, verður Ríkið boðað nú.
Ótald fjøld stígur fram latin í eitt heilagt skrúð,
hevjar pálmagreinar og røddir reinar,
ið prísa Gudi hátt í himnabú!