Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Verið hjartaliga eymir’

’Verið hjartaliga eymir’

216

’Verið hjartaliga eymir’

(Rómbrævið 12:10)

1. Ósigandi eymur er Gud Jehova teimum,

sum vón á hann hava bygt.

Hans miskunn og góðska er fragd í hjørtum reinum

og verður teimum friðarskjól trygt.

2. Hjá brøðrum tú finnur ein kærleika sum henda

í húsi Guds, har tú býrt.

Tú veitst væl, tín framferð ger leið og gøtu kenda

til Harran, sum tú tænir og trýrt.

3. Ger einleikan sterkan við kristnum friðarbandi,

í sonnum kærleika knýtt.

Gakk undan, sýn virðing, lat kennast at Guds andi

í okkum alir ávøkstir frítt.

4. Tann eymleikan lærdi Guds sonur okkum meta

sum mál, ið týðandi er.

Tí royna vit okkum í annars støðu seta,

og felags gleði góðvildin ber.