Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Verið mannilig’

’Verið mannilig’

134

’Verið mannilig’

(1 Korintbræv 16:13)

1. ’Sannur maður!’ hugsaði Pilatus,

tá ið Kristus Jesus fyri honum stóð.

Manniliga vann hann trúarsigur,

vann á verðini, ið leikaði sum óð.

2. Jesus møtti djarvur sínum bøðlum,

fyrimynd hjá okkum var hann her á fold.

Líkjast vit, nú Harmageddon nærkast,

honum djørv í anda, hóast mannahold?

3. Alt tað ónda noyðist skjótt at lúta,

trupul verður tíðin fyri tann, ið trýr.

Nú krevst sannur manndómur og dirvi,

ein og hvør má vísa, hvat í honum býr.

4. Ung og gomul, maður eins og kvinna,

ganga, sum á sinni Harrin Jesus gekk,

manna kórið mikla, sum skal syngja

sigursong um Krist, ið vald og ríki fekk.