Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Verið tolin

Verið tolin

145

Verið tolin

(1 Tessalonikabræv 5:14)

1. Ríkan í kærleika, miskunn og náð,

soleiðis kenna vit Gud.

Møtir hann hatri og spott upp í háð,

er hann tó hin sami Gud.

Harðskap, ið ræður á jørðini nú,

og tá hans ognarfólk sveik,

stóri Jehova, hann tolir tað, jú,

breiðir yvir henda leik.

2. Tá nú Jehova, ið lýsir av dýrd,

fyrigav misbrot og synd,

mugu vit royna av kærleika stýrd,

liva eftir hesi mynd.

Eru vit ílatin langmóð og frið,

mildi og góðvild hartil?

Atburður má, sjálvt um orð eru við,

vísa á, hvat Harrin vil.

3. Eru vit tolin, ei stívrend og tvør,

kærleikin fjala kann alt,

fáa vit lív á tí reinsaðu jørð,

hava smala vegin valt.

Samkoman, heimið, av Gudi er vart,

friðarins andi har býr.

Hetta er lívið, sum Gud hevur lært

fólkið alt, ið á hann trýr.