Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Við Kristusi í Paradís

Við Kristusi í Paradís

218

Við Kristusi í Paradís

(Lukas 23:43)

1. Tá ránsmaður á trænum hekk,

Guds sonur samhug við hann fekk

og kveikti vón um lív og náð,

gav troyst á deyðastrá,

hann segði honum frá:

’Eg sanniliga sigi tær:

„Verð tú í Paradís við mær!“’

Tað lyftið ger nú okkum før

at eiga vón, ið grør, um ævigt lív á jørð.

2. Hin ’stóri skarin’ sær í nánd

eitt paradís so vítt um lond.

Við trúareygum longu sæst

ein jørð, har ónt er bast;

tað lyftið stendur fast!

Vit biðja Gud um mót og mátt

at tæna honum dag og nátt

og syngja lovsong víða hvar

um Gud, ið góður var og eydnu okkum bar.

3. Tað Paradísið Kristus vil

nú ’aðrar seyðir’ leiða til.

Er nakað teimum fattast, nei,

hann vísir teimum leið

til vøtn og grønan teig.

Í heiminum teir eru ljós,

ið vísa øðrum røttu kós

við Kristusi til Paradís,

at bera Gudi prís har lívsins løn er vís.