Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Viðurkennið jarðarinnar nýggja kong

Viðurkennið jarðarinnar nýggja kong

168

Viðurkennið jarðarinnar nýggja kong

(Sálmur 2:12)

1. Um jarðarinnar víða vøll ein sjón má frøa hjartað:

Jehova sendir herlið fram við semju millum parta.

Úr hjálmum skyggir ljósið bjart;

her verður einki illverk vart!

Úr stríðnum ljóðar rópið hart:

’Øll jørðin fagni Kongin!’

(Niðurlag)

2. Og Kongurin er fremstur, honum fylgir lýðin herur.

Teir óttast ongan vanda, Kongur býður, og tað verður!

Sí, tvíeggjað er svørð við lið;

tann herur dugir kristnan sið,

er gleðiboðum skøddur við,

fer trúgvur inn í deyðan!

(Niðurlag)

3. At enda kemur tíðin, tá ið Kristus tekur ræði.

Hann sorar fjandaherin, vinnur sigur sín í bræði.

Jehova sýnir fram sín arm;

basúnin blæsur nú alarm.

Tit kongar, voldið ongan harm!

Hvør dómari, tæn Gudi!

(NIÐURLAG)

Kyssið sonin, sum er krýndur,

annars verður vreiðin vís.

Sælur tann, sum fær frá Gudi

lívsins sigursprís.