Vinalag við Jehova
217
Vinalag við Jehova
1. Jehova, hvør fær búð sum gestur tær í nánd,
og hvør kann verða vinur tín, sum tú vilt rætta hond?
Jú, hann ið talar satt, hvørs skuld er goldin rætt,
sum hevur reinlynt hjartalag, ið ikki vikast lætt.
Jehova, hvønn kanst tú tó nevna ’vinur mín’?
Títt fjall er heilagt, hvør kann koma nær til bústað tín?
Tann ei av ilsku lær, við orðum slær og særir næstan hjá sær.
(Niðurlag)
2. Jehova, er ein leið um ævir gongd at tær,
og hvør kann verða vinur tín og finna frelsu har?
Jú, hann sum heldur á og ikki stígur frá,
men heldur orð og lyfti sítt, um hann enn tapa má.
At verða vinur tín, á Gud, tað ynskið má
oss liggja nær, tí orðið vísti okkum tíni ráð.
Ja, har vár fótur steig, vit víkja ei eitt fet av tínari leið.
(Niðurlag)
3. Hjá tær, Jehova Gud, lat okkum eiga bú,
tí har kann sinnið finna frið, og hjartað lívgar tú.
Á Zions fjallarað fekk templið aftur stað,
og fólk úr øllum londum streyma til at finna tað.
Eitt vinalag við teg, Jehova, gáva góð,
so sera stór og dýrabar; vit elska tína lóg.
Nú Zion høgt mót ský vit leita í av heimsins vinskapi frí.
(NIÐURLAG)
Jehova, vís mær veg til vinalag við teg!