Vinnið sigur á heiminum
3
Vinnið sigur á heiminum
1. Gud Jehova læt til sonin stóra tign og kongamakt,
fíggindar, eitt lið so veldigt, fyri føtur hans er lagt.
Sigrað hevur yvir Satan Kristus Jesus, tí vit glað
fylgja honum, boða Ríkið, sjálvt um verðin hatar tað.
2. ’Trongdum fara tit at møta,’ segði Jesus. ’Tó gott mót,
sjálvur havi eg nú sigrað, fyri tykkum givið bót.’
Troystargóð og trygg vit ganga, fylgja Gudi aftan á,
tí vit hava fulla vissu, alt tað ónda víkja má!
3. Trúgva vit á Harran Jesus, fáa vit í sinnið frið.
Væl vit vita, hvat hann segði, og sítt orð hann stendur við.
Ja, vit sigra, um vit fylgjast við Jehova stað úr stað,
inntil verðin burt er sópað á Jehova veldisdag.