Vinsemi er máttmikið
66
Vinsemi er máttmikið
1. Tað sømir seg av hjartanum at siga Gudi takk,
at góðska hans mót syndarum til okkum higar rakk.
Tað er hin stóri almakts Gud, ið hyggur til tey smáu her;
hans umsorgan er álitið í hesi óndu verð.
2. Við mildi Jesus lærdi fólk, hvat satt og gagnligt var.
Hjá veikum, svongum ’seyðum’ var ’hin góði hirðin’ nær.
Hann sjúk og gomul uggaði, gav sorgarbundnum vakra sjón,
bað syndafullan venda um til Gud, ið gevur vón.
3. Um vit so fylgja Kristusi og eru vinalig,
tá vil Jehova vera nær og geva stóran frið.
Er ivamál at tvørra um, so ein og hvør vil hava rætt,
tá kunnu vit við vinsemi teir knútar loysa lætt.
4. Tá tann, ið boðar ríki Guds, fær vanvirðing og háð,
so roynist skjótt, at vinsemi er víst og virkið ráð.
Fert tú til fólk av kærleika at boða Ríkið, sum er nær,
tá ærir tú Jehova Gud, og gleðin fylgir tær.