Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Virðið miskunn Guds

Virðið miskunn Guds

152

Virðið miskunn Guds

(Rómbrævið 11:33-35)

1. Á tey ríku vísdómsdýpi! Ovurvitur Harrin er!

Óútgrundandi hans dómur! Órannsakandi hans ferð!

Hvør var ráðgevi hjá Gudi? Rætti nakar hjálparhond?

Mundi maður geva fyrstur, hefta Gud í skuldarbond?

2. Tó Jehova sýndi miskunn, loysti menniskju úr synd;

hetta virða vit av røttum, fylgja Jesu fyrimynd.

Vígd at tæna himna Drotti, latið okkum roynast trúgv,

so vit skilagóð og íðin nýta bæði lív og búgv.

3. Verðin dregur ikki longur tann, ið broytti hug og sinn.

Kraft av nýggjum, sannleiksandan, læt úr himli Faðirin.

Biðja vit nú Gud um signing, ganga lýðin honum við,

elska brøðurnar av hjarta, fáa gleði vit og frið.