Vit bera okkum at sum ’hini minstu’
122
Vit bera okkum at sum ’hini minstu’
1. Guds tænara er eyðsýnt, honum tørvar nógv at læra,
og eyðmjúkur hann biður til, at hann má Harran æra.
Tó ófullkomin eru vit og undir syndabyrði;
tað kennist væl í fylgi Guds, at hentur er ein hirði.
2. ’Í egnum metum verið smá, ið geva barni gætur.’
Vit minnast Jesu vísu ráð, tey fyribyrgja trætur!
Hann gav seg lýðin undir vald, var eyðmjúkur av anda.
Sum fyrimynd vit sóu, hann gekk vinunum til handa.
3. Guds sonur læt sítt lív, sítt blóð, var mannabørnum góður.
Tann gávan ætlað var til øll, hon galt fullvæl tín bróður.
Vit vórðu keypt so dýrt og leidd sum seyðir í Guds savnað,
har meta vit hvør annan størst og vilja mismun javna.
4. Skal kærleiksandin virka væl, er leiðsluregla neyðug.
Vit virða fegin myndugleikan, ikki tvør og treyðug.
Ja, liva vit í eyðmýkt, sum er ávøkst av Guds anda,
tá kenna vit hjá Gudi trygd. Hann leiðir út úr vanda.