Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit dýrmeta Jehova, Faðir okkara

Vit dýrmeta Jehova, Faðir okkara

96

Vit dýrmeta Jehova, Faðir okkara

(Jóhannes 17:4)

1. Jehova Gud, tú hevur gjørt tað, skapningunum gagnar.

Alt, jørð og himmal, er so stórt, at lovsongur ei tagnar.

Tú talaði, og jørðin stóð har grøn og full av lívi,

gav lyfti játtandi og góð: ’Nýtt Paradís her blívi!’

Við Jesu føðing sang eitt kór av høgum einglaskara

til seyðamenn um frið á jørð og Gudi veri æra.

2. Í Jordan Jesus doyptur varð, bleiv vígdur tær at tæna.

Hann loysti neyðars syndaran, sum deyðin vildi ræna.

Á dýrdarríki Faðir, Jesus lærdi um títt ríki

og vísti øllum, stóri Gud, at eingin er tín líki.

Nú Himmiríkið stovnað er, men verðin sær tað ikki,

tó verður kunngjørd ætlan tín alt eftir tínum tykki.

3. So undurbart at liva har sum Kristus fer at ráða.

Vit prísa tínum navni, Gud, at ævigt lív vit fáa.

Tað var við sendiboðum Krists, vit lærdu teg at kenna

og fingu tá eitt arbeiði, sum væl kann okkum menna.

Vit fylgja sporum Jesusar og tí, hann mundi læra.

At bera boð um tína dýrd, Gud Faðir, er ein æra.